##med2##
Teir uppfunnu fótbóltsspælið og fótbóltsreglarnar í 1863. Teir spældu fyrsta landsdystin í heimssøguni móti Skotlandi í 1872. Líka til 1950 tímdu teir ikki at møta upp HM-kappingarnar, tí teir vóru sjálvandi tað besta landsliðið í heiminum.
Ikki fyrrenn teir taptu 3-6 fyri ótrúliga landsliðnum hjá Ungarn á gamla Wembley leikvøllinum í 1953 byrjaðu teir at ásanna, at teir kanska ikki vóru heimsins besta landslið. The London Times hevði dystarfrásøgnina frá 3-6 tapinum fyri Ungarn millum minningarorðini í blaðnum. Seinni sama ár tapti Ongland 1-7 fyri Ungarn í Budapest.
Til HM-endaspælið í 1950 ruku onglendingar út í bólkaspælinum aftaná at hava tapt 0-1 fyri USA, ið hevði eitt meir ella minni amatørlandslið tá. Til HM-endaspælið í 1954 ruku onglendingar út í fjórðingsfinaluni, og tað gjørdu teir eisini til HM-endaspælið í 1962.
Ongland reyk út aftaná bólkaspælið í HM-endaspælinum í 1958, men tá misti Ongland tríggjar av sínum allarbestu spælarum 6. februar sama árið, tá flogfarið við hópinum hjá Manchester United datt niður í München.
Duncan Edwards, Tommy Taylor og Roger Byrne høvdu allir verið partur av enska hópinum um lagnan hevði viljað tað øðrvísi.
Men í 1966 brast fyri nev á heimavølli. Ongland vann HM-kappingina í 1966 aftaná eitt ógvuliga umstrítt mál í longdu leiktíðini móti Vesturtýsklandi. Aftaná 4-2 sigurin kundu onglendingar fegnast um at hava fingið "pappír" uppá, at teir vóru heimsins besta fótbóltstjóð.
Í EM-endaspølum hava teir bara verið í tveimum hálvfinalum. Hetta var í 1968, og á heimavølli í 1996. Hesaferð vunnu teir seg á fyrsta sinni í EM-finaluna.
Nú leggja ensku miðlarnir við The Sun á odda stórt trýst á ensku landsliðsmanningina um taka eftirtraktaða dýrdargripin, EM-steypið heim á fyrsta sinni. Í kvøld vera gøturnar so manntómar í Onglandi, sum tær ikki hava verið síðani 1937, tá Edward VIII kongur boðaði frá á BBC, at hann legði frá sær sum kongur.
The Sun hevur prentað eina umgjørda mynd, har andlitini hjá núverandi ensku spælarunum eru sett inn í upprunaligu myndina frá 1966. Eisini er HM-steypið skift út við EM-steypið á myndini.
So er spurningurin um onglendingar fara at tola alt hetta forvæntningstrýstið? Italiumenn kunnu bara fegnast um, at heimafólkið leggur so stórt trýst á sínar menn.
EM-finalan verður spæld á Wembley leikvøllinum í London í kvøld klokkan 20.
KVF samsendir við DR1 í kvøld.












