Liverpool lat ongantíð nakran iva vera um, at teir vóru nógv tað betra liðið, tá seinna hálvfinalan móti PSV Eindhoven varð spæld á Anfield Road í Liverpool. Uttan stórvegis hóvasták og við monnum sum Jamie Carragher, Steven Gerrard og Dirk Kuyt á beinkinum trillaði Liverpool ein tryggan 1-0 sigur í hús, so teir samanlagt vunnu 4-0 á hollendska liðnum.
Dysturin var annars lítið undirhaldandi og sera fáir málmøguleikar vóru – júst sum tey flestu høvdu roknað við. Liverpool kendi onga trongd til at spíla seg út og staðfesta sína støðu, og PSV formáddi ikki at hótta enska stórfelagið nakrantíð.
Tá tað restaði hálvur tími varð ein PSV-leikari vístur av vøllinum. Ein harðlig takling frá Dirk Marcellis, men eitt bíligt reytt kort, sum bara gjørdi uppgávuna hjá Liverpool lættari.
Fáar minuttir eftir útvísingina skoraði Peter Crouch einasta málið í dystinum, tá hann beindi avleveringina frá Robbie Fowler í netið. Fowler kom inn tíðliga í fyrra hálvleiki, tí Craig Bellamy gjørdist skaddur.
Dysturin endaði 1-0 og Liverpool skal sostatt møta Chelsea í hálvfinaluni mikudagin 25. apríl.
Sigurin avgjørdur uppá 5 minuttir
Innanfyri fimm minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði AC Milan tey bæði einastu málini í útivallar dystinum móti Bayern Munchen.
Fyrst skoraði vælleikandi Clarence Seedorf við frálíkum langskoti, og síðani økti málrevurin Filippo Inzaghi eftir upplegg frá Clarence Seedorf.
Í seinna hálvleiki royndu týskararnir at trýsta italska liðið, men burtursæð frá skotroyndum úti frá og onkrum kjansi aftrat, so hevði týska liðið lítið at bjóða uppá.
Tíggju minuttir fyri leiklok kundi spenningur tó komi aftur í dystin, men málverjin Dida bjargaði flott, tá Pizzaro stútaði úr stuttari fjarstøðu.
Bayern Munchen hevði snøgt sagt ikki tað, sum skuldi til fyri at koppa Milan, ið nú møtir Manchester United í hálvfinaluni. Teir spæla týsdagin 24. apríl..
Úrslitini av 1/8 finalunum merkja, at tað í ár vera trý ensk og eitt italskt lið í hálvfinalunum í Champions League. Tað merkir víðari, at tað verður ein rein ensk uppgerð í aðrari finaluni, sum aftur merkir, at tað longu nú er greitt, at annað liðið í sjálvari finaluni kemur úr Onglandi.










