44 ára gamli portugisin hevur seinnu árini verið mettur sum ein av bestu venjarunum í Eruropa. Men tað hjálpti honum tó lítið, tá hann tíðliga í heyst fekk sekkin frá Chelsea.
Nú sigst Mourinho vera til reiðar at átaka sær uppgávuna at leiða enska landsliðið til HM-endaspælið í 2010. Enska fótbóltssambandið sigst vera til reiðar at rinda Mourinho eina árslon á 65 milliónir krónur.










