Ensku fjølmiðlarnir fara illa við enska landsliðnum, eftir at liðið í gjárkvøldið tapti 2-0 ímóti Kroatia á útivølli. Kroatia var nógv tað betra liðið í dystinum, og í dag kalla fjølmiðlarnir tapið fyri pínligt og eyðmýkjandi.Í hálvleikinum var st-ðan 0-0, men tíðliga í seinna hálvleiki kom Kroatia á odda 1-0. Og so stóð málmaðurin Paul Robinson fyri ein merkisverdum avriki. Gary Neville legði bóltin aftur til hann, og júst tá ið Robinson skuldi skjóta bóltin burtur, hoppi bólturin á óslættað vøllinum, fór upp um fótin hjá Robinson og í málið til 2-0, sum gjørdist úrslitið