Við málum frá Aston Villa leikarum, megnaði Ongland at vinna 2-1 í Parkini, meðan Frakland vann endurtøkuna av HM finaluni frá 1998. Daniel Agger legði annars Danmark á odda longu eftir seks minuttir. Bara fýra minuttir seinni javnaði Aston Villa framherjin, Darren Bent, fyri Onglandi. Í seinna hálvleiki avgjørdi ein annar Aston Villa leikari dystin, tá Glen Johnson spældi Ashley Young leysan. Aston Villa vongurin var tryggur úr stuttari fjarstøðu.
Frakland vann 1-0 í endurtøkuni av HM 1998 finaluni. Brasil fekk fimm minuttir fyri hálvleik Hernanes útvístan. Stutt inn í seinna hálvleiki skoraði Karem Benzema einsamalla málið í dystinum.
Í Dortmund spældu Týskland og Italia javnleik 1-1. Miroslav Klose legði týskarnar á odda í fyrra hálvleiki. Stutt fyri tíð eydnaðist tað Giuseppe Rossi at javna fyri Italia. Argentina vann í evstu løtu á Portugal. Real Madrid vongurin, Angel Di Maria, legði Argentina á odda eftir 14 minuttir. Løtu seinni javnaði Cristiano Ronaldo, men í evstu løtu avgjørdi Lionel Messi til fyrimuns fyri Argentina við brotssparki.
Útvald úrslit:
Danmark ? Ongland 1-2
Noreg ? Pólland 0-1
Holland ? Eysturríki 3-1
Frakland ? Brasil 1-0
Argentina ? Portugal 2-1
Týskland ? Italia 1-1
Skotland ? Norðurírland 3-0