Ongland spøkir

Hóast hann enn ikki hevur fingið nakra ábending frá enska fótbóltssambandinum, verður FCK venjarin, Roy Hodgson, dagliga nevndur sum evni til leysa landsliðsvenjarasessin

Ensku sjónvarpsrásirnir royna at venda hvørjum steini í royndunum at finna góð evni til sessin, men alla tíðina verður navnið á FK venjaranum nevnt. Ikki tí, tað er sum so alla aðra staðni enn júst í Onglandi, at hann hevur skapt sær eitt navn, men fjakking hansra hevur eisini givið royndir. Royndir, sum fleiri aðrir enskir venjarar ikki hava, tí teir ikki hava fingist við altjóða ella útlendskan fótbólt.

Roy Hodgson hevur áður verið venjari hjá m.a. sveisiska landsliðnum, sum undir hansara leiðslu fyri fyrstu ferð leikti seg fram til endaspælið í eini HM kapping. Hetta var í 1994. Eisini hevur hann vant italska stórfelagið, Inter, umframt at hann í fleiri ár virkaði í svenskum fótbólti.

Undan tilknýtinum til FCK var hann tilknýttur Blackburn, sum er einasta roynd hansara við enskum toppfótbólti. Fyrsta árið gekk framúr væl, men síðani gekk niður eftr, og endin varð, at Hodgson fekk sekkin.

Við ensku fjølmiðlararnar hevur venjarin sagt, at stóð honum í boði at gerast enskur landsliðsvenjari, hevði hann sjálvsagt ikki kunna sagt nei. Hann legði tó í sama viðfangi dent á, at hann einki hevði hoyrt frá enska fótbóltssambandinum hesum viðvíkjandi.