Ongland skal brúka Walcott

Fyrrverandi liðformaðurin á enska fótbóltslandsliðnum, Alan Shearer, heldur, at enski landsliðsvenjarin eigur at brúka tann blaðunga álopsspælaran Theo Walcott í HM-endaspælinum. Shearer sigur við enskar fjølmiðlar, at tað kann ikki verða rætt, at miðvallarspælarar verða brúktir í álopinum hjá Onglandi. Hann heldur, at landsliðsvenjarin eigur at geva eitt nú Walcott kjansin undir HM-kappingini. 17 ára gamli Theo Walcott hevur spælt 30 minuttir á landsliðnum og var púra óvæntað tikin út til HM-endaspælið.