Tað er ikki frítt, at sponsku heimsmeistararnir hava haltað eitt sindur í hesi HM undankappingini. Kortini hevur tað ikki verið verri enn so, at Spania hevði møguleika at tryggja sær pláss í endaspælinum, um tað í kvøld eydnaðist at vinna ímóti Georgia, og tað eydnaðist. Spania vann 2-0, og harvið fáa heimsmeistararnir høvi at verja HM heitið.
Frakland vann 3-0 á heimavølli ímóti Finlandi, og nú skulu fraklendingar í november spæla ímóti einum øðrum tveyara, áðrenn tað verður greitt, um eisini Frakland skal luttaka í endaspælinum.
Ongland hevur í kvøld tryggjað sær pláss í HM endaspælinum í Brasil næsta summar. Ofta hevur Pólland argað Ongland, tá ið tað mest galt um hjá onglendingum, men soleiðis var tað ikki í kvøld. Ongland vann 2-0 á Wembley við málum, sum Wayne Rooney og Steven Gerrard skoraðu.
Ukreina endaði næstfremst í bólkinum og skal spæla tveir dystir um pláss í endaspælinum. Ukrena vann 8-0 á útivølli ímóti San Marino, sum síðstu løtuna spældi bara við níggju monnum.