Eingilska vónin um, at tað skal eydnast at vinna eitt endaspæl fyri fyrstu ferð síðani 1966, tá ið England á Wembley og eftir longda leiktíð vann HM finaluna ímóti Vesturtýsklandi 4-2, livir framvegis.
Í EM endaspælinum var Ongland í kvøld fyri fyrstu ferð uttanfyri landoddarnar og spældi. Á olympiska leikvøllinum í Róm vann Ongland 4-0 ímóti Ukraina, sum ikki formáddi sær nakað serligt.
Merkisvert at tað, at málmunurin hjá Onglandi nú er 8-0.
Ongland skal mikukvøldið spæla hálvfinalu á Wembley ímóti Danmark. Finalan verður annan sunnudag, og hon verður eisini á Wembley.
Í áttandapartfinaluni ímóti Týsklandi vann England 2-0. Tá skoraði Harry Kane annað málið. Hetta var fyrsta málið hjá honum í hesi EM kappingini. Í kvøld var hann á blettinum beinanvegin, og tíðliga í seinna hálvleiki økti hann til 3-0 við stútara. Nú hevur hann skorað 37 mál á landsliðnum og er sætti besti málskjúttin. Bestur er Wayne Rooney við 53 málum. Á næstu plássunum eru Bobby Charlton við 49 málum, Gary Lineker við 48 málum, Jimmy Greaves við 44 málum og Michael Owen við 40 málum.
Manchester United miðverjin Harry Maguire hevði lítla løtu frammanundan, at Kane skoraði seinna málið, økt til 2-0 við stútara eftir fríspark.
Tíggju minuttir eftir steðgin varð Liverpool liðformaðurin Jordan Henderson skiftur inn. Hetta var 62. landsdysturin hjá honum, og hann hevði ikki verið so leingi á vøllinum, tá ið hann við stútara og eftir horna úr høgru staðfesti 4-0 sigurin. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann skoraði á landsliðnum.
Italia og Spania spæla hálvfinalu týskvøldið klokkan 20, og Danmark og Ongland spæla hálvfinalu mikukvøldið klokkan 20.