Jákup Mørk
NM fyri U-16
Føroyar-Ongland 0-3 (0-0)
Hóast teir vóru heldur vónbrotnir, teir føroysku dreingirnir, so høvdu teir tó eisini alla orsøk at halda høvdið høgt, tá teir eftir dystin móti Onglandi fóru í skiftirúmið.
Enska liðið, sum tá avtornaði gjørdist tað stinnasta í bólkinum, vann at enda ein tryggan trý mála sigur, men lætt var tað á ongan hátt hjá teimum.
Allan fyrra hálvleik stóð føroyska liðið sera sterkt í verjupartinum, og hóast enska liðið hevði einar tvær heilt naskar royndir, so viðførdi hetta ongantíð, at føroyska verjuspælið bleiv ræðslukent.
Hekk saman
Í álopspartinum royndu føroyingarnir eisini at vera við til at mynda dystin, og hetta eydnaðist eisini í ávísan mun. Nakar veruligur málmøguleiki spurdist tó ongantíð burturúr, tí til tess vóru enski verjuleikararnir alt ov sterkir ov skjótir.
Hinvegin hekk tað í løtum sera væl saman á miðvøllinum, og tað er hugaligt at staðfesta, at hesir ungu knassarnir størsta partin av tíðini royndu at spæla fótbólt, heldur enn at grava seg niður í egnum brotsteigi.
Eins og móti finnlendingum týsdagin, so tóktist tað eisini soleiðis, at enska spælið lá sera væl til tað føroyska. Bretarnir spældu nógv við longum sendingum, har ætlanin so var, at áleypararnir skuldu renna bóltarnar upp, men hetta eydnaðist teimum sera sjáldan. Partvíst tí Arnfinn í Bartalsstovu dugdi sera væl at lesa spælið, soleiðis at hann í fleiri førum spældi sum eyka sweepari.
Størsta orsøkin til væntandi bretsku málmøguleikarnar var tó, at føroyska verjan, spældi sín higartil besta hálvleik í hesum dystinum. Uppbakningurin frá síðunum, tá bólturin var í hinum borðinum, var nógv betri, enn hon áður hevur verið, og miðverjan varð enn eina ferð sera væl stýrd av Rana Dahl-Christiansen.
Rani var aftur í hesum dystinum mest sannførandi føroyski spælarin, og við evnum sínum at lesa spælið, var hann ferð eftir ferð á júst rætta staðnum, tá bretar royndu at stinga bóltin inn um verjuna. Har umframt gjørdi hann eisini í nógv størri mun enn í undanfarnu dystunum nýtslu av røddini, soleiðis at leiklutur hansara sum skipari kom betri til sjóndar.
Spentir finnar
Støðan í hálvleikinum var sostatt javnleikur 0-0, og hetta hóvaði áskoðarunum kring vøllin sjálvandi sera væl. Serliga stórur mundi spenningurin vera hjá finnlendingum. Fyrr á degnum høvdu teir vunnið 4-3 á Danmark, og skuldi tað hent, at Ongland ikki megnaði at vinna á Føroyum, vórðu tað finnlendingar, sum komu í finaludystin.
Sostatt sat líkasum ein bláur klumpur av venjingarbúnum yviri í gamla skýlinum, har teir við herðrópum og klappiserium royndu at stuðla upp undir stríðsviljan hjá føroysku leikarunum. Ikki tí, hesum bilti so einki.
Strongdir bretar
Allar helst høvdu ensku spælararnir fingið nøkur hørð frá venjaranum í hálvleikinum, tí í øllum førum var líkt til, at teir nú løgdu meira fyri, í royndunum at vinna. Ikki tí, málmøguleikarnir gjørdust ikki fleiri í tali, men leikararnir royndu í nógv størri mun at sleppa bóltinum skjótari, og royndirnar at bróta ígjøgnum í føroysku verjuborðunum vóru nógv fleiri.
Hinvegin gjørdist spæl teirra eisini meira óskipað, kanska orsakað av frustratión um, at teir ikki megnaðu at skora, og tískil var uppgávan hjá føroysku verjuni als ikki torførari, enn hon var í fyrra hálvleiki. Møðin viðførdi tó, at tað í seinna hálvleiki gjørdist til heldur meira gúpparí frá okkara dreingjum, enn tað hevði verið í fyrra.
Tá bretar so endiliga fingu lagt seg á odda, var tað ikki sum úrslit av nøkrum væl gjøgnumspældum álopi. Ein høgur bóltur varð sendir móti føroysku verjuni. Enskur álopsleikari fekk sett kollin undir, og bólturin sigldu upp um Arnfinn, sum kanska heldur átti at staðið á linjuni.
Lítla løtu seinni fingu føroyingar gyltan møguleika at skora, tá ósketni í ensku verjuni viðførdi, at Rasmus Nolsøe kundi spæla Mortan Johannesen púra leysan, men hesin seinni hálvkiksaði temjingina, soleiðis at hann ikki lág nóg væl fyri, tá skjótast skuldi.
Dysturin varð í roynd og veru avgjørdur, tá føroyski málverjin ikki fekk hildið einum enskum skoti, soleiðis at bretar kundu trilla returin í málið, og tað gjørdist 3-0 eftir innlegg úr vinstru, datt fyri føturnar á einum av teirra, eftir at Arnfinn og enskur álopsleikari høvdu dystast um bóltin, uttan at nakar teirra tó fekk fatur á honum.
Stóðu seg tó væl
Eftir stendur, at føroyska liðið aftur hesu ferð endaði aftast í bólkinum, men hetta var nú ikki so óvæntað kortini.
Tað mest positiva við føroysku luttøkuni higartil, er at liðið megnaði at reisa seg eftir stórtapið í fyrsta dystinum móti Danmark. Tá var kanska orsøk at óttast, at liðið var at kall mergsoðið sinniliga, men hetta tibetur ikki. Tvørtur ímóti bitu ungu garparnar tenninar saman, og hava síðani hetta spælt tveir góðar dystir, har talan á ongan hátt hevur verið um lættar sigrar hjá mótstøðumonnunum.
Hetta seinasta má takast sum eitt tekin um, at ungu føroysku leikararnir nú eru nógv betri fyri sálarliga, soleiðis at teir alla tíðina trúgva upp á egin evni. Eisini sjálvt um tað ikki altíð gongst eftir vild.
Seinasti dysturin hjá føroyingum varð spældur í gjár, beint sum blaðið fór til prentingar. Talan var um dystin móti Noreg, har liðini skuldu dystast um 7. og 8. plássið. Frásøgn frá hesum verður í týsdagsblaðnum.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....