Tað sigur enski landsliðsleikarin, John Terry, nú Ongland spælir fyrsta dystin í sesongini, ein vinardyst móti Hollandi í Amsterdam í kvøld. Undir leiðslu av Fabio Capello meta ensku landsliðsleikararnir, at teir kunnu vinna størsta prísin í fótbólti nevniliga HM fyri landslið. Skommin, ikki at vinna fram til EM endaspælið í 2008 er farið í søgubøkurnar, og sjey vunnir dystir út av sjey spældum sigur Terry og hansara monnum, at teimum ikki nýtast at óttast nakran. - Øll tey stóru londini hava ein møguleika til HM, og vit eru einki undantak, sigur John Terry við The Sun.










