Ongland ímóti Uruguay og Italia

Nú er greitt, hvør skal spæla ímóti hvørjum í HM endaspælinum

Nú einki norðurland megnaði at spæla seg í HM endaspælið, sum í juni-juli 2014 verður í Brasilia, munnu nógvir føroyingar fara at taka á við Onglandi. Síðani teir á heimavølli í 1966 vunnu tiltiknu finaluna ímóti Vesturtýsklandi 4-2 eftir longda leiktíð hevur tað ikki hilnast nakað serligt hjá Onglandi.

Hóast Ongland vann undankappingarbólkin, so verður ikki roknað við, at Ongland skal røkka finaluna.

Í dag er lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í innleiðandi umfarinum. Ongland varð drigið í bólk D saman við tveimum øðrum fyrrverandi heimsmeistarum. Talan er um Uruguay og Italia. Fjórða landið í bólkinum er Costa Rica.

Setanardysturin verður 12. juni millum brasilsku vertirnar og Kroatia.

 

Teir átta bólkarnir

Bólkur A: Brasilia, Cameroun, Mexico, Kroatia
Bólkur B: Spania, Chile, Australia, Holland
Bólkur C: Colombia, Fílabeinsstrondin, Japan, Grikkaland
Bólkur D: Uruguay, Italia, Costa Rica, Ongland
Bólkur E: Schweiz, Ecuador, Honduras, Frakland
Bólkur F: Argentina, Nigeria, Iran, Bosnia
Bólkur G: Týskland, Ghana, USA, Portugal
Bólkur H: Belgia, Algeriet, Suðurkorea, Rusland