Ongland í sorg: Bowles fekk bóltin at dansa

Queens Park Rangers-ímyndin, Stan Bowles, er deyður, 75 ára gamal. Hann spældi fimm landsdystir fyri Ongland.

 

- Tað er hugtungt at skriva hetta. Men, pápi er deyður.

 

Tað skrivar dóttir Stan Bowles, Tracey Bowles, á Facebook.

 

Bowles hevði sjúkugreiningina, alzheimer. Ongland syrgir, nú hann er farin, 75 ára gamal.

 

Stan Bowles spældi fyri Queens Park Rangers árini 1972 til 1979. Hagtølini siga, at hann í hesum tíðarskeiði spældi 315 dystir og skeyt 97 mál.

 

Hann spældi eitt nú eisini fyri Manchester City, Nottingham Forest og Brentford. 

 

- Stan Bowles fekk bóltin at dansa. Hann fekk áskoðararnar at smílast, og hann gjørdi fótbóltin stuttligan.

 

Tað skrivar viðurkendi fótbóltsskrivarin, Henry Winter á X, fyrrverandi Twitter.

 

##med2##

 

 

 

Stan Bowles verður heiðraður á Loftus Road í London. Árið er 2015, tá hann fekk staðfest alzheimer.