Tað hevur serliga regnað illa í landnyrðingspartinum av Onglandi og í Wales. Í Yorkshire, Shropshire, Herefordshire og Worcestershire hevur verið vatnflóð, og í morgun ávaraðu myndugleikarnir framvegis um vatnflóð í 80 ymsum støðum.
Í Northumberland hevur vatnflóðin lagt stór øki undir, og ringast stendur til í býnum Morpeth, har umleið 1.000 hús standa undir í vatni. Løgreglan og bjargingarlið hava flutt fleiri hundrað fólk úr býnum, og teir lokalu myndugleikarnir siga, at vatnflóðin er tann ringasta í meiri enn 40 ár. Í fleiri førum noyddist bjargingartænastan at brúka tyrlu ella bát fyri at hjálpa fólki úr húsunum.
Bretsku myndugleikarnir siga, at fimm fólk eru deyð í illveðrinum.










