Skaðar av øllum slagi kunnu raka ítróttarfólk. Álitið hjá Onglandi í verjuni, Rio Ferdinand hevur higartil ikki vant við enska landsliðshópinum, sum skal spæla á útivølli ímóti pinkutjóðini, Andorra leygardagin. Ferdinand hevur havt ein stívan nakka síðstu tíðina. Onglendingar kunnu óivað liva við, at Ferdinand ikki verður við ímóti Andorra, men mikudagin skal Ongland spæla ímóti tí sterka kroatiska liðnum, og tá krevst full manning hjá Onglandi. Frank Lampard tykist tó at verða klárur aftur, og John Terry, Wes Brown og Ashley Cole, som hava havt sítt at dragast við, eru aftur byrjaðir at venja við enska hópinum í dag. Dysturin millum Andorra og Ongland verður spældur á olympiska leikvøllinum í Barcelona, sum var høvuðsleikvøllurin, tá OL varð í Barcelona afturi í 1992. Andorra-búgvar og katalanar hava sama tungumál - katalanskt - og er tí ikki forborgið, at Andorra tekur nakrar stórar landsdystir í Barcelona.