Ongland aftur stórt vónbrot

Hóast Ongland til tíðir vísti flott spæl, so høvdu eingilsktmenn trupulleikar við at skapa málmøguleikar. Og tá ið Ísrael heldur ikki megnaði tað, so var tað so upplagt, at dysturin endaði 0-0. Ongland misti meir og meir takið. Enska liðið hevði nakrar royndir ímóti málinum fram móti endanum, men teir megnaðu ikki at fáa bóltin aftur um ein vælleikandi Awat í ísraelska málinum.

 

Við soltna úrslitinum liggur Ongland framvegis javnt við Ísrael á triðja plássi, har liðini bæði hava 8 stig fyri fimm dystir.