Klaksvík:
Formaðurin í Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð, Sigurd Mikladal, letur væl at norðoyastevnuni. Hann sigur, at nógv fólk var úti, og tað hóast, at veðurgudarnir ikki vóru við teimum alla stevnuna.
Fleiri hava havt á munni eftir stevnuna, at tað ikki var so stevnuligt, men tað heldur Sigurd kortini, at tað var.
? Eitt sum var øðrvísi við stevnuni í ár er, at tað vóru so at siga ongir trupulleikar. Ongi rok ella bardagar, sum so og ongi herverk, og tað havi eg varhugan av, kemur fyrst og fremst av, at tað var okkurt á skránni til øll, heldur hann fyri.
KÍ hevði sett eitt tjald upp við parkeringsøkið við vøllin, og har varð so skipað fyri ungdómsdiskoteki.
? Eg haldi, at tað tað var við til at taka líka sum broddin av øllum, at tey ungu undir 18 ár eisini fingu eitt stað, har tey kundu fara í dans, sigur Sigurd.
Eisini heldur hann, at stevnan eydnaðist væl fyri teimum, sum høvdu tiltøk. Í øllum førum, sigur hann, at NFÌ hevur onki negativt hoyrt enn, og tað tekur formaðurin sum nakað positivt.
Lívligur Tobbi
Leygarkvøldið var sum vanligt midnáttarsamkoma og fýrverk. Klaksvíkar Hornorkestur spældi eina løtu í Vágstúni, áðrenn Torbjørn Jacobsen tók orðið. Tað sirmaði eitt sindur, men tað forðaði ikki fólki í at møta upp. Og tað var eisini ein sera vælupplagdur Tobbi, sum helt eina dundurtalu fyri mannamúgvuni í Vágstúni.
Aftaná Tobba var fýrverkið á skránni. Heldur størri og flottari enn undanfarin ár. Tað buldraði í øllum førum sera hart millum fjøllini, og ekkóini mundu ongan enda fingið. Eitt stórsligið show, sum teir gulu skótarnir stóðu fyri. Síðani var felagssangur, men hann eydnaðist ikki so væl, tí tað var farið at regna rættuliga illa. So tað gekk ikki long tíð fyrr enn gøturnar vóru so gott sum manntómar.
Seinni út á náttina leitaðu fólk sær tó í býin, og tað mundi merkjast á teimum ymsu dansistøðunum. Okkurt av teimum gavst at selja atgongumerki, tí tað var fult inni.
Gestur og fólkalívsmyndir
Sunnudagin fór skrúðgonga sum vant úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Gestur Hovgaard, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag helt røðu. Skrúðgongan kom heim eftir Klaksvíksvegnum við hornorkestrinum á odda. Komin til rundkoyringina steðgaðu skótar, ítróttarfólk og hestar fyri at fólkalívsmyndirnar hjá Norðoya Fornminnafelag kundu fara við í skrúðgonguna.
Tá fólkafundurin var av, var framsýning av fólkalívsmyndunum á skránni á fótbóltsvøllinum.
Vanligt sunnukvøld
Sunnudagurin byrjaði eisini væl við góðum veðri, og var tað gott fyri øll tey, sum høvdu tiltøk á skránni. Tivoli var væl vitjað, har bæði karrusell, fiskibrunnur, hoppiborg og klatriveggur vóru. Umframt allar básarnar.
Men út á kvøldið kom regnið aftur, og tað gjørdi ivaleyst sítt til, at sunnukvøldið ikki tyktist at vera stórt øðrvísi enn eitt púra vanligt sunnukvøld. Ikki nógv fólk at síggja, og tað stongda vegastrekkið frá posthúshorninum og niðan móti Gerðum var so gott sum manntómt.
Onkur helt fyri, at hann ikki mintist eitt sunnukvøld á norðoyastevnu, har tað ikki regnaði. Um tað er so, skal her vera ósagt, men tað er ein sannroynd, at veðrið hevur royndst serstakliga illa tvey tey seinastu árini. Í ár royndist tað tó betur. Um enn ikki tað var heilt gott.