Ætlaða kanningin av skjalasøvnum eystarfyri er útsett óásetta tíð.
Hetta segði løgmaður løgtinginum, tá hann legði sína frágreiðing um uttanlandsmál fyri tingið.
Anfinn Kallsberg førdi annars í fjør fram, at í ár skuldi farast undir at kanna skjalagoymslur eystanfyri, eftir at líknandi kanningar vóru gjørdar í vesturheiminum.
Við at finna skjøl eystanfyri ætlaði løgmaður at fáa javnvág í viðgerðina av hermálsliga og trygdarpolitiska týdninginum, sum Føroyar høvdu undir kalda kríngum.
Men Løgmansskrivstovan hevur ikki pengarnar, sum tað kostar at gera kanningar eystanfyri, og tí hevur løgmaður útsett kanningarnar. Nær tær verða gjørdar, er enn ógreitt.
Kanningarnar, sum søgufrøðingar gjørdu í Føroyum, Danmark, Onglandi og USA, eru grundarlag undir Svørtubók, sum kom út í fjørheyst.










