Tað vóru óivað nógv, sum høvdu glett seg til at síggja Zlatko Buric á Platform í vikuskiftinum, tí eftir ætlan skuldi vælumtókti Zlatko, ið er kendur frá Tuborg lýsingunum, standa handan barrina á dansistaðnum, Platform leygarkvøldið.
Ringu floglíkindini leygardagin høvdu við sær, at Zlatko ongantíð kom til landið, og enn er ikki greitt, um hann hevur ætlanir um at koma til Føroya eina aðru ferð.