Hetta fáa vit trúttað niður í okkum av og á, og so var eisini í kvøld, nú eg lesi á Portalinum, at felagið Føroysk Miðlafólk biður fólkini í Kringvarpinum melda seg úr Starvsmannafelagnum og upp í teirra felag.
Fyri mína skyld kunnu tey gera, hvat tey vilja. Men eg síggi onki, sum bendir á, at felagið Føroysk Miðlafólk hevur evnir at røkja hesar limir betri enn Starvsmannafelagið.
»Hetta málið ella hesi málini undirstrika bert enn einaferð, at Starvsmannafelagið ikki skilir, hvussu eitt journalistiskt arbeiðspláss virkar og enn minni, hvat journalistiska fakið er – millum annað at fakið og arbeiðsøkini eru spesialiserað, soleiðis at ofta krevjast serligir førleikar til serligar uppgávur, siga Føroysk Miðlafólk, sum halda tað bert vera nátúrligt, at Føroysk Miðlafólk, sum er einasta felag, ið burtur av virkar fyri journalistiska fakið, nú fer at herða strembanina eftir at fáa sáttmála fyri sínar limir í Kringvarpi Føroya. - Tískil mæla vit eisini staðiliga okkara limum í Kringvarpinum til at tekna seg úr øðrum fakfeløgnum, sigur nevndin í Føroyskum Miðlafólkum.«
Soleiðis verður felagið endurgivið á Portalinum.
Eg má bara spyrja: Er tað so stórur munur á, hvussu eitt journalistiskt arbeiðspláss virkar í mun til onnur arbeiðspláss?
Hvat er tað fantastiska við einum journalistiskum arbeiðsplássi í mun til onnur?
- Millum annað at fakið og arbeiðsøkini eru spesialiserað, soleiðis at ofta krevjast serligir førleikar til serligar uppgávur, sigur felagið.
Harragud, tað eru flestu almennu arbeiðspláss, ið eru spesialiserað á ein ella annan hátt og við hvørt krevjast serligir førleikar at røkja eitt starv.
Men krevjast nú so nógvir serligir førleikar at røkja eitt journalistastarv?
Í útgangspunktinum kann sigast, at ein og hvør, ið hevur førleikan at skriva, kann røkja eitt tílíkt starv, ikki øll økir innan journalistikkin, men fleiri.
Og tað verður jú undirstrikað av, at rættiliga nógv fjølmiðlafólk í Føroyum ikki hava journalistaútbúgving, ja, á bløðunum eru tað helst flestu starvsfólk, ið ikki hava útbúgving sum journalistar ella myndafólk, og tað gongur fínt!
Tá 8 fólk í Kringvarpinum herfyri vórðu uppsøgd, so mótmælti Starvsmannafelagið beinanvegin. Nakað seinni føldi felagið Føroysk Miðlafólk kortini, at tey helst eisini skuldu mótmæla, men meintu tey nakað við tað?
Grundirnar fyri uppsøgnunum vóru, at Kringvarpið skuldi spara. Men hvussu nógv verður spart við hasum uppsøgnunum, sum ikki fáa virknað fyrr enn eina ferð seinna hálvár?
Samstundis søkir Kringvarpið eftir journalisti og setir starvið. Um sparing var orsøkin til uppsøgnirnar, hevði ikki verið lættari at flutt fólk, so í hvussu er ein uppsøgn minni kom upp á tal?
Veruligu grundirnar fyri uppsøgnunum í Kringvarpinum sýnast heldur at vera, at stovnurin (stjórin) vil sleppa av við nøkur ávís fólk.
Og sambært Portalinum í kvøld, so sær út til, at felagið Føroysk Miðlafólk tekur undir við hesum. Í øllum førum nýta tey somu grundgevingar sum stjórin fyri Kringvarpið fyri at rættvísgera, at samstundis sum journalistar verða sagdir úr starvi í Kringvarpinum verða aðrir settir í starv á sama stovni.
Og so vil felagið vera við, at starvsfólkini í Kringvarpinum fáa betri umstøður í hasum felagnum?
Eg meini tað!!!