Ongin yvir Maradona

- Maradona er tann einasti maðurin í heiminum, sum kann gera akkurát sum hann vil. Hann hevur framvegis sáttmála við okkum, so tað er upp til hann, sigur forsetin í argentisnka fótbóltssambandinum, Julio Grondona.

 

Tað vakti stóran ans, tá Argentina í oktobur mánað í 2008 setti Diego Maradona sum landsliðsvenjara. Tað gekk illa í hond hjá fyrrverandi liðskiparinum á argentinska landsliðnum, at fáa Argentina til HM endaspælið í Suðurafrika. Tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, á útivølli ímóti Uruguay, at tað eydnaðist Argentina at koma til HM.

 

- Soleiðis sum eg kenni Diego Maradona, so fer hann ikki at takka fyri seg sum landsliðsvenjara. Vit kunnu ikki blaka alt tað góða arbeiði vit hava gjørt út nú. Vit eru komin langt sum lið. Vit kenna nú allar leikararnir og hvussu teir takla tær ymisku ringu støðurnar. Um Maradona velur at halda fram, so mugu vit fara til arbeiðis beinanvegin, sigur hjálparvenjarin, Alejandro Mancuso.

 

Tað hava verið søgur frammi um, at fyrrverandi felagið hjá Diego Maradona, Napoli, eru áhugaðir í at fáa hann sum venjara.