Kvinnuhondbóltur
Tá ið Hondbóltssambandið hevði aðalfund í mai mánað í ár, var breið semja um, at okkurt skuldi gerast, so at kvinnukappingin komandi kappingarár skuldi ganga betur og helst skuldi sleppast undan at spæla dag um dag. Men herfyri bleiv skráin fyri kappingarárið 2005/2006 send feløgunum til viðmerkingar, og tá kundi Geir Wardum staðfesta, at tað vóru fleiri vikuskifti, har kvinnuliðini spæla dag um dag.
Ógvuliga óheppið
Geir Wardum vísir á, at trý tey seinastu vikuskiftini fyri jól, tá ið grundspælið endar, og liðini skulu býtast í meistara- og niðurflytingarbólk, spæla liðini dag um dag, og tað kann verða ógvuliga óheppið.
- Um til dømis vit fáa einar tveir spælarar meiddar í dysti leygardag við smærri skaðum, so er eingin møguleiki fyri at fáa teir tøkar til dystin dagin eftir. Men um spælt var til dømis leygardag og so mikudag, so var betur møguleiki fyri at fáa spælararnar klárar aftur. Hetta kann gerast ógvuliga avgerandi í teimum seinastu umførunum, tá ið stríðið um plássini er í hæddini, sigur Kyndla-venjarin.
Geir Wardum greiðir frá, at tá ið skráin bleiv send feløgunum, var hann skjótur at gera sínar viðmerkingar til uppskotið og sendi tær í telduposti til HSF, men hann hoyrdi einki aftur.









