Eftir at Føroya Lærarafelag hevur givið bæði Fíggjarmálastýrinum og Undirvísingar- og mentamálastýrinum eitt skotbrá upp á meira enn eitt hálvt ár (semjan frá 31. oktober 1999) til at finna út av, hvussu fólkaskúlalógin skal fylgjast og setast í verk, mugu vit tíverri ásanna, at hjá myndugleikunum er ongin vilji til nakað sum helst.
Føroya Lærarafelag góðtekur ikki, at okkara limir skulu lata burturav teirra løn fyri at gjalda kostnaðin av nýggju fólkaskúlalógini.
Á fundinum í dag varð sagt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, ikki vil gjalda fyri 50 nýggj lærarastørv í fólkaskúlanum.
Hetta er tað, sum myndugleikarnir vænta kemur burturúr, um krøvini hjá Føroya Lærarafelag viðvíkjandi tí meira álagda arbeiðinum, verða gingin á møti.
Annars varð eisini sagt, at landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, hevur boðað frá, at tann nýggja fólkaskúlalógin áleggur lærarunum ikki meira arbeiði, og tískil kostar hon ikki meira.
Á fundinum í dag varð sagt frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, at um Føroya Lærarafelag hevur rætt, so má fólkaskúlalógin heldur niðurprioriterast ella broytast.
Tað er hetta, sum skilir partarnar í samráðingunum.
Vit hava roynt at fáa tingingarnar á glið, men til fánýtis. Parturin hjá Føroya Lærarafelag liggur ikki eftir.









