Meklaravirkið Húsamekling, sum liggur á Vaglinum í Havn, hevur havt allar møguleikar at gera viðmerkingar til søguna um húsakeypið hjá Unn Paturson og Rógva á Rógvi. Virkið fekk greinina longu hósdagin fyrrapart, við freist at koma við sínari útgávu av málinum mánamorgunin kl. 9. Eisini fekk virkið hesar spurningar sendandi, sum vil vildi seta teimum.
Í sambandi við virksemið hjá virkinum, spurdu vit:
Hvussu er mannagongdin, tá ið tit selja eina ogn?
Hvønn umboða tit?
Um tit ikki umboða báðar partar, hvussu ber tað so til, at tit avtala at keyparin eisini skal rinda fyri tykkum?
Um tit umboða báðar partar, hvussu meta tit, at tað letur seg gera?
Í hvønn mun er tykkara húsalýsing bindandi?
Í hvønn mun er tykkara frágreiðing um húsini bindandi?
Hvussu høgt ganga tit uppí, at tykkara upplýsingar um ognina eru eftirfarandi (hava tit til dømis serkøn fólk at vegleiða tykkum, áðrenn tit úttala tykkum, ella eru tit sjálvi serfrøðingar á økinum)?
Hava tit eina ábyrgdartrygging, sum kann taka við, tá illa vil við?
Hvørja útbúgving hava starvsfólk tykkara?
Hvussu verða starvsfólk tykkara lønt (fáa tey til dømis provisión av hvørjari sølu)?
Í sambandi við aktuella málið um aspest-húsið hjá Unn og Rógva kundu vit hugsað okkum at virkið svaraði hesum spurningum:
Hvussu leingi sømir tað seg, at fólk bíða, frá tí, at tey skriva undir fyribilsskeyti til endaliga skeytið verður undirskrivað?
Hvør hevur ábyrgdina av ognini í hesum tíðarskeiðinum?
Hvussu kunnu tit góðtaka, at tit lýsa við at stykkið er 500 fermetrar, men tá ummatrikuleringin er framd, endar tað við bert at vera 432 fermetrar?
Hóast tit vistu, at keyparin ynskti at ógilda keypið, fremja tit tinglýsingina, uttan at boða keyparunum frá. Tit hava tá fingið at vita frá bankanum, at sølukostnaðurin verður goldin, tá tinglýst er. Hví gera tit tað?
Hví vildu tit ikki ganga annuleringina á møti?
Hvat meta tit, at keyparin gjørdi skeivt?
Hvat meta tit, at seljarin gjørdi skeivt?
Hvat hava tit lært av hesum málinum?
Hvørji ráð vilja tit geva øðrum keyparum?
Hvussu hava tit upplivað hetta málið?
Men sum sagt ynskir virkið ikki at gera viðmerkingar til málið.