Ongin verður revsaður eftir vanlukkuna hjá Atlantsflog

Løgreglan í Noregi heldur ikki, at tað er grundarlag fyri at reisa ákæru ímóti nøkrum eftir vanlukkuna hjá Atlantsflogi í Stord í Noregi herfyri

Tað fór onki revsivert fram, tá ið føroyska flogfelagið, Atlantsflog, var fyri syndarligu vanlukkuni í Stord í Noregi fyri einum góðum mánað síðani.
Fýra fólk lótu lív í vanlukkuni og ein partur av kanningarbeiðnum er at staðfesta, um nakað revsivert fór fram.
Tann partin av kanningunum hevur løgreglan í Noregi staðið fyri, men nú skriva norsk bløð, at niðurstøðan er, at har fór onki revsivert fram.
Sosatt er heldur ikki grundarlag fyri at reisa ákæru ímóti nøkrum í kjalarvørrinum á vanlukkuni.
Norskir fjølmiðlar siga, at løgreglan er næstan liðug við sínar kanningar og nú eru bara onkrir snøklar eftir.
Í hesum sambandi hevur løgreglan avhoyrt stjóran í Atlantsflogi, flogskiparar og teknisk starvsfólk hjá felagnum.
Men løgreglan avdúkaði onki revsivert, sigur Thor Buberg á skrivstovuni hjá Løgregluni í umrøddu sýslu í Noregi. 
Nú verður so bíðað eftir endaligu frágreiðingini frá skaðanevndini, men hon kann ikki vælntast at verða liðug, fyrrenn um eitt ár.
Higartil hava kanningar víst, at spoilararnar ikki virkaðu, tá ið flogfarið skuldi seta seg á teirri vátu breytini og tað fekk vanlukkuligar avleiðingar, tí flogfarið fekk ikki steðgað, men fór útav breytini, so at eldur kom í tað. Fýra fólk lótu lív, men 12 bjargaðust.