Ongin verður koyrdur á dyr

ELDRI OG SJÚK Vit fara hvørki at steingja heimið á Mýrunum, ella nakran annan bústovn til sjúk og eldri, og at flyta fólk á aðrar stovnar ímóti teirra vilja, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum

Heimið til minnisveik á Mýrunum við Toftavatn, verður ikki stongt og búfólkini verða sostatt heldur tvingsilsflutt á aðrar stovnar.
- Tað ger Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, púra greitt í dag.
- Tað verða heldur eingir aðrir bústovnar stongdir, uttan at búfólkið hevur okkurt at annað tilboð, leggur hon afturat.
Á almennum fundi í Løkshøll týskvøldið um støðuna í eldraøkinum, vóru starvsfólk á Heiminum á Mýrunum og avvarðandi, rættiliga uppreitt um støðuna á eldraøkinum.
Tey vísa á, at myndugleikarnir ætla at steingja heimið tey minnisveiku á Mýrunum og at flyta tey átta búfólkini á aðrar stovnar.
Eisini forkvinnan í stýrinum fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim gjørdi greitt, at tey høvdu mótmælt ætlanini og tað sama hava kommunurnar gjørt.
Men Annika Olsen ger púra greitt, at hetta hevur ongantíð verið ætlanin at steingja heimið á Mýrunum og tvingsilsflyta búfólkini.
- Eingin skal flyta út ímóti sínum vilja. Eru búfólkini ikki ístand til at taka eina avgerð, skulu tey avvarðandi spyrjast til ráðs.
Annika Olsen sigur, at ætlanin annars er ætlanin at niðurlagað heimið á Mýrunum stigvíst, við tí fyri eyga, at eingi nýggj búfólk verða tikin inn so hvørt sum búfólk doyggja, ella flyta.
- Hetta er sostatt ein tilgongd, sum kann taka langa tíð, ásannar hon.
Í eini spariætlan hjá Almannaverkinum er Heimið á Mýrunum umrøtt undir yvirskriftini ”aðrir møguleikar at spara”. Har stendur orðarætt, at ”tað er í umbúna at niðurleggja 8 demenspláss. Sparing av hesum kann evt nýtast til at hækka dagsprísin. Næsta ár -um sparing verður fult implementerað- kann partur av sparing nýtast til deild til frontaldement á Boðanesheiminum”.
Eina aðrastaðni stendur, at ”Búfólkini á Mýrunum kundu flutt í tey 6 umlættingarplássini í Gøtubrá, meðan 2 kundu flutt á Eysturoyar Røktarheim.”
Vit spurdu landsstýriskvinnuna í Almannastovuni, hvussu hesi boðini skulu skiljast og um hon ikki skilir, at starvsfólk og avvarðandi fata hetta sum um, at heimið skal leggjast niður?
- Jú, men eitt er, hvørji uppskot eru um sparingar. Eitt annað er, hvørjar avgerðir, eg taki sum ovasti myndugleiki og tað hevur ongantíð ligið í kortunum, at heimið skal latast aftur og at búfólkið tvingsilsflytast. Men hetta kundi bent á, at onkusvegna verða boðini frá mær ikki verða endurgivin rætt niðurígjøgnum skipanina, og tað er ørkymlandi, sigur Annika Olsen.
Hon leggur afturat, at tað harmar hana almikið, at hetta hevur loypt ekka á starvsfólk, búfólk og avvarðandi, tí tað er ongin grund hjá teimum at stúra fyri bústaðinum.
Annika Olsen sigur, at fyri at beina allan iva burtur, fer hon nú at senda øllum teimum, sum varða av heiminum á Mýrunum, har hon fer at greiða teimum fá støðuni.

Niðurlagast
Annika Olsen sigur, at ætlanin at niðurlagað heimið á Mýrunum, er ein partur í eini yvirskipaðari ætlan at niðurleggja sambýli og aðrar bústovnar, sum ikki eru hóskandi - ofta tí at talan er um gomul sethús.
Men forkvinnan í Stýrinum fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim greiddi frá á almennum fundi, at hon hevur fingið at vita beinleiðis frá tær, at talan um eitt sparitiltak?
Sjálvandi er eisini talan um eina sparing, Men talan er ikki um eina sparing beint nú. Tí endurtaki eg, at heimið á Mýruni verður ikki niðurlagt ímóti viljanum hjá búfólki ella avvarðandi. Tað verður niðurlagað so hvørt við tað, at ongin verður tikin inn, so hvørt búfólk doyggja ella flyta.
- Eru tað búfólk á Mýrunum, sum vilja flyta, fer Almannaverkið at kanna eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru at hýsa teimum.
Hon sigur, at samstundis er ætlanin at skipa eitt dagtilhald til minnisveik í Runavík.
Starvsfólk og avvarðandi hava ført fram, at eitt dagtilhald er als ikki nøktandi, tí minnisveik mugu hava fólk rundanum seg 24 tímar um samdøgurið.
Tað er Annika Olsen samd í. Hon sigur, at tey, sum eru illa fyri, skulu sjálvandi á stovn, men tey, sum eru betri fyri, fáa stórt gagn av einum dagtilhaldi.
Annars hava starvsfólk ført fram, at minnisveik hava ein heilt serligan tørv og sostatt kunnu tey ikki vera saman við øðrum búfólkum?
- Tað er rætt og tískil skulu serligar deildir fyri minnisveik skipast á teimum ymsu heimunum.
Í heiminum á Mýrunum eru átta búpláss og Annika Olsen ásannar, soleiðis sum landið nú liggur, verður úrslitið av, at heimið letur aftur so líðandi, at tilsamans verða tað átta røktarpláss færri í Eysturoy, enn tað eru nú.
Kannar møguleikan fyri eykajáttan til eldraøkið

- Eg vil als ikki útihýsa, at tað verður neyðugt at útvega eldraøkinum eina eykajáttan í ár.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Tá ið Løgtingið fór í summarfrí í mai í ár, varð upplýst, at skal eldraøkið sleppa undan sparingum í ár, varð neyðugt við eini eykajáttan á 6,2 miliónir.
Úrslitið av tí var, at eldraøkið fekk eina eykajáttan á 4,1 milliónir.
- Eg væntaði, at hetta fór at taka broddin av teimum álvarsligu sparitiltøkum, sum vóru fráboðað.
Men á tveimum almennum fundum, sum hava verið um eldraøkið, hava bæði starvsfólk og avvarðandi rópt neyðarróp og eru komin við einari ræðusøgu fyri og aðrari eftir um, hvussu tey merkja støðuna á egnum kroppi.
- Tað vísir seg ikki sum um at broddurin er tikin av sparingunum og støðan er ikki nøktandi, staðfestir Annika Olsen.
- Eg eri endurgivin fyri at siga, at tørvurin á heimahjálp er nøktaður. Men tað havi eg ongantíð sagt. Eg havi sagt, at næstan øll, sum hava fingið játtað heimahjálp, fáa heimhjálp. Men tað er munur á teimum tímunum, fólk fáa í heimahjálp, og tí veruliga tørvinum tey hava á heimahjálp.

Kanska eykajáttan
Tískil eru tey í Almannamálaráðnum farin at lýsa støðuna í øllum eldraøkinum og eitt endamál við tí er at styrkja heimarøktina.
- Eg kann ikki liva vit hesum og eg kann als ikki útihýsa, at neyðugt verður við eini eykajáttan afturat í ár til heimarøktina og eldraøkið annars, sigur hon.
Men hon leggur afturat, at avbjóðingin verður eisini at fáa eina nøktandi játtan næsta ár.
Men hon vil ikki útgreina, hvat hon hugsar um, tá ið hon sigur, at hon ikki kann liva við støðuni.
- Tað taka vit til ta tíð, sigur Annika Olsen.
Nú hava tveir fundir verið í seinastuni um støðuna í eldraøkinum, men tú vart á hvørgum teirra. Hevði tað ikki verið hent hjá tær at hoyrt við egnum oyrum, hvussu starvsfólk, brúkarar og avvarðandi, merkja støðuna.
- Jú, men tá ið fyrri fundurin var, var eg uttanlands og tá ið seinni fundurin var, var eg bundin heima av føðingardegi hjá soninum.
Men tað merkir ikki, at Annika Olsen ikki verður kunnað um viðurskiftini, tí hon skal nú á fund við nýstovnaða Eldramálið um støðuna á eldraøkinum.