Eftir javnleikin hjá Tottenham fyrr í kvøld er Leicester millimetrar frá enska meistaraheitinum. Við sigri sunnudagin ímóti Manchester United er endaliga staðfest, at Leicester vinnur enska meistaraheitið. Vandamikli framherjin og kanska størsta stjørnan av øllum hjá Leicester, Jamie Vardy, verður tó ikki við í hesum dysti.
Tað var í dysti ímóti West Ham fyri átta døgum síðani, at Vardy fekk sítt seinna gula kort, og harvið reytt, fyri at filma. Hetta gula kortið bleiv Vardy so argur og illfýsin um, at hann vendi ein hóttandi fingur mótvegis dómaranum, Jon Moss. Hóast hetta fyri onkran ikki kann tykjast at hava serliga nógv upp á seg, so hevur enska fótbóltssambandið, FA, fyrr í kvøld valt at longt um leikbannið hjá Vardy við einum degi eyka.
Vardy sat yvir á obligatoriska leikbansdegi sínum í gjár, tá ið Leicester á heimavølli vann heili 4-0 ímóti Swansea. Nú er greitt, at Vardy eisini hevur leikbann sunnudagin, tá ið Leicester hevur møguleika at skriva stórfingna søgu.
Leicester tóktist tó als ikki at sakna Vardy í dystinum ímóti Swansea, tí at avloysari hansara, Leonardo Ulloa, takkaði fyri kjansin við at skora tvey mál.










