Leiguflogfarið, sum fór úr Bruxelles í hóskvøldið til Føroya, valdi at seta seg í Keypmannahavn, tí skiparin fekk ein indikator uppá brek á hydraulik-skipanini, verður sagt frá Atlantsflogi.
Flogskiparin valdi at fara til Keypmannahavn, tí har vóru umstøðurnar bestar at lenda og at fáa brekið umvælt.
Vanliga verður roknað við, at flogfarinum tørvar longri breyt at steðga á, um brek er á hydraulik-skipanini, og Atlantsflog hevur viðlíkahaldsstøð í Keypmannahavn. Talan var sostatt um at taka fyrilit fyri trygdini, og ikki um nakra vandastøðu.
Ferðafólkini gistu á hotelli í nátt og brekið, sum vísti seg at vera ein brostin slanga, var umvælt. Ferðafólkini komu heim ígjár.