Felags ábyrgd
- Fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd er tað umráðandi at øll, tað veri seg íróttarfeløg, foreldur og onnur, altíð hava ferðslutrygdina í huga. Í so máta er ongin undanførsla fyri, at tær væl umtóktu ítróttardraktirnar ikki eru tryggar í ferðsluni. Sum stovnur hevðu Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki heimild til at áleggja ítróttrafeløgunum ella øðrum beinleiðis reglur hesum viðvíkjandi. Men vit vilja avgjørt staðiliga heita á tey, um at fáa hetta í rættlag, sigur Rúna Sivertsen.
Rúna vísir á, at meðan endurskin fyri bert fáum árum ofta vórðu hildin at misprýða klæðini, er tað at fegnast um, at hugburðurin í dag er heilt øðrvísi. Nú finnast endurskin í alskyns fantasifullum útgávum, og millum børnini og tey ungu er tað meir at kalla smart at brúka tey.
- Tey leysu endurskinini kanst tú altíð hefta á bæði klæðir og taskur. Men í hesum førinum eru tey ikki nøkur haldbar loysn. Tey fara ofta illa við klæðunum, og detta skjótt av. Elastisku endurskinsarmbondini eru góð, men tey eru dýr og børnini missa tey ofta burtur, sigur Rúna, sum avgjørt heldur, at til ítróttardraktirnar, sum verða so nógv brúktar, eru áseymað endurskin besta loysnin. Hvussu hetta skal skipast, er ilt at siga beint nú, men í øllum førum má tað fáast í rættlag ongantíð ov skjótt, sigur formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.










