– Ja, nú sita tit her aftur. Hesaferð kanska meiri friðarlig, enn tit sótu seinast. Soleiðis byrjaði Mads Winther, rektari, fundin í auluni á Studentaskúlanum í Hoydølum um tíggjutíðina í morgun.
Seinast somu næmingar vóru savnaðir í høllina, var alt eitt stórt rokilsi, og tí hevði rektarin saman við næmingaráðnum kallað inn til fundar.
– Skúlin er kendur fyri sínar góðu veitslur, og vit hava havt ein góðan máta at gera hetta uppá. Men hetta var ikki støðan leygarkvøldið og tað álitisforhold, sum hevur verið millum næmingar og skúlan, hava nøkur brotið, staðfesti Mads Winther.
Bæði gentur og dreingir
Mads Winther kundi somuleiðis staðfesta, at ongin veitsla verður aftur á skúlanum fyribils undir teimum treytum, sum annars hava verið.
Rektarin greiddi frá, at nú verður arbeitt við at plasera ábyrgdina. Hann hevur tosað við røttu viðkomandi, segði Mads Winther við Sosialin.
Á fundinum vísti Mads Winther á, at her var ikki talan um ein syndabukk, men um fleiri og at talan var um bæði um gentur og dreingir. Somuleiðis segði rektarin, at ikki fyrr enn ábyrgdin var endaliga plaserað, so fekk ongin næmingur nakað pengar endurgoldnar frá veitsluni. Mads Winther segði, at í síðsta enda kann tað vera næmingaráðið, sum kemur at standa við endaligu rokningini fyri upptakingararbeiðið.
– Men hevur nakar tykkara hug at lætta um samvitsku tykkara, um tit hava nakra, so eru tit vælkomin á kontórið hjá mær og greiða frá, hvat tit hava gjørt og fáa eina rokning, staðfesti Mads Winther, rektari.
Næmingaráðið fekk rós
Mads Winther greiddi næmingunum frá, at ongin verður vístur burtur frá skúlanum orsaka av hesum. Men hann vísti á, at hann hevur eina ávaringarskipan at ganga eftir, sum hann ætlar at brúka, og so verður talan um ávaring fyri atburð og ikki fráveru, sum annars er tað mest vanliga.
Mads Winther rósti annars næmingaráðnum og teirra máta at takla støðuna uppá.
– Næmingaráðið tók eina avgerð, sum ikki øllum dámdi, tá tey avlýstu veitsluna. Men tað er ein avgerð, sum vit bakka fult upp. Ein púra røtt avgerð, og tey hava eisini síðani gjørt eitt stórt arbeiði.
Rektarin segði somuleiðis, at tey sum vóru ørg inn á næmingaráðið, heldur áttu at vent øðini móti teimum, sum oyðiløgdu veitsluna fyri hini.
– Vendi heldur tykkara aggressjónum móti teimum, sum uppførdu seg sum dýr, stóðu á borðunum, traðkaðu á matin og tveittu matin. Eg má spyrja, um tit uppføra tykkum soleiðis heima eisini og er tað støðan, so sigi eg bara Vorherre bevares!