Ongin tunnusláttur á verjuskipinum í ár

Vit hava bíðað sum longst, í teirri vón at tað fór at bera til, men tíverri fekk verjuskipið Vædderen ikki lagt at Tvørakei í ár, til árliga tunnuslátturin.

 

Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á síni heimasíðu, har tað í mong ár hevur verið vanligt, at verjuskipið Vædderen liggur við bryggju og hevur almennan tunnusláttur umborð.

 

Tá avtala verður gjørd við verjuskipið um at koma inn til føstulávint, er tað altíð við tí fyrivarni, at skipið kann verða kallað út til aðra uppgávu og soleiðis varð tíverri hesaferð. Manningin hevði annars glett seg til at vitja býin og at síggja børnini umborð, eins og nógv børn ivaleyst hava glett seg til henda dag.

 

Siðvenjan við tunnusláttri hjá sjóverjuni er, sum kunnugt, sera gomul. Her http://maritimevenner.com/fastelavn-i-tveraa-1960/  síggja vit myndir frá 1960, tá HDMS Thetis var á vitjan. Her http://maritimevenner.com/fastelavn-i-tveraa/  eru myndir frá 1963, tá Niels Ebbesen stóð fyri tunnusláttrinum, skrivar tvk.fo.