Ongin trygd fyri føroyskum frikadellum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt av at afturkalla frikadellur, sum Norðfra hevur selt fyri 24. mai í ár Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu.

Hetta stig er tikið tí at ein eftrlitsvitjan hjá Starvsstovuni á Norðfra, vísti, at famleiðslan varð ikki stýrd eftir forskriftunum og samstundis kundi Norðfra ikki prógva, at innaneftirlitið hevði verið nóg neyvt.

Av tí sama kunnu sjúkuelvandi bakteriur vera í frikadellunum.

Frikadellurnar eru seldar um alt landið og tey, sum hava keypt, kunnu lata tær inn aftur í handilin, ella til Norðfra, ella tey kunnu beina tær burtur.

Norðfra sigur á síni heimasíðu, at orsøkin til hetta stigið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er, at manglandi skráseting ger, at tey kunnu ikki prógvað, at frikadellurnar eru gjøgnumstoktar og at sjúkuelvandi bakteriur tískil kunnu vera í teimum.

Men Norðfra heldur hinvegin ikki, at frikadellurnar eru heilsuskaðiligar og tað er ongantíð staðfest, at nakað er galið.

Øll hesi árini, tey hava gjørt og selt frikadellur, hava tey brúkt sama framferðarhátt og síðani 2006, hava tey selt 1,7 milliónir frikadellur, uttan at fáa eina tað einastu viðmering um, at nakar er blivin sjúkur av teimum.

Tá ið frikadellurnar verða gjørdar og stoktar hava tey brúkt vit og skil, eygu, nøs og smakk og tað er soleiðis, at tey altíð hava mett, um frikadellurnar eru gjøgnumstoktar ella ikki.

Annars staðfestir Norðfra, at viðurskiftini eru fingin í rættlag og atr forskriftirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verða fylgdar.