Tað er gravgangur eftir at gerast skipari umborð á Smyrli.
Tað má Strandferðslan ásanna, nú hon hevur søkt eftir tveimum skiparum til flaggskipið, eftir at báðir teir royndu skipararnir leggja frá sær seinni í ár.
Umsóknarfreistin var úti í gjár og nú talt verður upp, hevur Strandferðslan fingið heilar 13 umsóknir um at yvirtaka brúnna á teirra størsta skipi.
Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at talan er um væl skikkaðar umsóknir, so í hesum føri sleppur Strandferðslan við vissu undan einum trupulleika, hon av og á hevur drigist við í summar og tað er at endurlýsa størv, tí ov fáir umsøkjarar eru.
Hann vónar at kunna fara undir starvsfólkasamrøður um einar 14 dagar og so verða størvini sett skjótast gjørligt.
Ætlanin er, at báðir teir nýggju skipararnir skulu byrja fyrst í novembur, ella eftir nærri avtalu.
Skipararnir sleppa at seta síni fingramerki á tænastustøðið umborð, og fara sostatt at fáa ávirkan á, at Strandferðslan fær eitt jaligt umdømi, tá talan er um tænastu.
Skipararnir skulu eisini hava góð búskaparlig og analytisk evnir, góð leiðslu- og samstarvsevni, men teir skulu eisini vera miðvísir, duga at arbeiða við teldu og vera væl fyri í føroyskum og í enskum.
Men Strandferðslan vil eisini hava skiparar við drúgvum royndum, umframt at teir skulu vera uppfinningarsamir, nýhugsandi, róligir, upplýsandi og duga væl við starvsfólki og ferðafólki.