Ongin treytaleysur stuðul til allar tær sitandi samgongurnar!

At samgongan, nú neyðin er stór, hevur hug at fríggja til Sjálvstyrisflokkin er áhugavert, nú Ólavsøkan er í nánd - og á Ólavsøku er sum kunnugt fríggingarmyrkt, men tað eru summi, sum enn minnast, at ólavsøkufríggj ikki heldur til jóla - og tá er ikki vist, at dansurin hevur tann stóra áhugan skrivar Jan Asbjørnson Joensen, Landsnevndarformaður Sjálvstýrisflokksins, nú tveir tríggjar dagar undan Ólavsøku. Nú leggur landsnevndarformaður Sjálvstýrisflokksins, Jan Asbjørnson Joensen, seg eisini út í kjakið um politisku støðuna eftir at tað er sáddur álvarsligur ivi um, antin samgongan hevur meiriluta aftanfyri seg ella ikki, tá tingið kemur saman aftur á ólavsøku. Hann hevur sent fjølmiðlunum skriv, sum Portalurin ber fram í heilum líku. Hann skrivar:

-Sjálvstýrisflokkurin fór til val við einari greiðari valskrá, sum boðaði frá, hvat flokkurin vildi leggja dent á hetta vælskeiðið.

Undir samgongusamráðingunum var flokkurin til ein pro? forma fund við samgonguleiðaran, har tað skjótt var greitt, at Sjálvstýrisflokkurin ikki kom at vera partur av samgonguni.

Seinni á árinum atkvøddi Sjálvstýrisflokkurin fyri, eitt nú skúladepilinum- eitt mál, sum annars var um at fella samgonguna.

Tað at Sjálvstýrisflokkurin við at atkvøða fyri egnu vælskrá av tivild kann verða við til at bjarga einari samgongu, merkir ikki, at samgongan skal rokna við Sjálvstýrisflokkinum sum bjargingini í málum, sum ganga í móti sjónarmiðum floksins.

Hetta merkir stutt og greitt, at vit vilja hava sum mest av okkara politikki framdan- og fellur hetta saman við politikkinum hjá sitandi samgongu, tá harmast vit ikki um tað.

Sjálvstýrisflokkurin metir ikki tað hava størri týdning at fella eina samgongu uppá einkult mál, enn at fáa skilagóð mál framd á tingi.

Sum andstøðuflokkur hevur Sjálvstýrisflokkurin heldur ongar trupulleikar av at atkvøða í móti sitandi samgongu. Kemur samgongan í minniluta á Tingi, tá er tað ikki Sjálvstýrisflokkurin, men samgongan, sum hevur ein trupulleika.

Tað kann undra hvat hevur hildið lív í sitandi samgongu higartil? Sjálvur meti eg ikki, at samgongan hevði hórað undan um tingi ikki var farið í summarfrí.

Eg havi seinastu mánaðirnar mangan havt trupult at fáa eyga á ?eina? samgongu - til tíðir havi eg eisini havt torført við at finna útav, hvør er í flokki við hvønn.

Nú róð verður fram undir, at Sjálvstýrisflokkurin so ella so skal verða bjargingin hjá samgonguni, má tað verða eitt rímuligt krav at funnið verður útav, hvørt talan er um eina, 10 ella 15 samgongur.

At samgongan, nú neyðin er stór, hevur hug at fríggja til Sjálvstyrisflokkin, er áhugavert nú Ólavsøkan er í nánd - og á Ólavsøku er sum kunnugt fríggingarmyrkt, men tað eru summi sum enn minnast, at Ólavsøkufríggj ikki heldur til jóla - og tá er ikki vist, at dansurin hevur tann stóra áhugan skrivar Jan Asbjørnson Joensen, Landsnevndarformaður Sjálvstýrisflokksins, nú tveir tríggjar dagar undan Ólavsøku.