Annan tíðindafundin á rað vóru ikki boð eftir Atla Gregersen. Hóast hann sat har so fittur, so fekk hann ongan spurning frá sveisisku tíðindafólkunum. Tað var sama støðan undan dystinum móti Portugal.
- Ongin spurningur til mín, meðan Lars Olsen kláraði alt á týskum. Hetta er aðru ferð. Seinast var móti Portugal. Tá gekk ikki so væl, so veit ikki um eg og Lars Olsen líka skulu tosa saman til næstu ferð, sigur Atli Gregersen í sínum eyðkenda brosandi sinni.
Liðskiparin heldur at tað er torført at peika á einstakar orsøkir til, at tað gekk so illa seinast, tá vit taptu 6-0 fyri Portugal.
- Lars Olsen segði tað so væl – á týskum enntá – vit vóru ikki 100 prosent handan dagin. Tað var ikki tí vit ikki vildu ella vóru klárir, men ein røð av tingum, sum ikki rigga, sigur Atli Gregersen.
Nú er ynski at fáa sett eitt ordiligt punktum fyri eitt gott landsliðsár, sum higartil hevur bjóðað upp á tveir sigar, ein javnleik og tvey tap.
- Tað er týdningarmikið, at vit fáa sett ein ordiligan enda á hetta kappingarárið, tí tað hevur faktist verið eitt gott landsliðsár. Vit hava lagt tapið fyri Portugal afturum okkum. Nú er eisini gott hjá fólkunum í Føroyum at fáa okkurt at samlast um, eftir kommunuvalið, sigur Atli Gregersen brosandi sum altíð.
Rás2 er staðnum, tá Føroyar spæla móti Sveis í dag klokkan 17. Rás2 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og ”Triðja Hálvleik”. Upptaktin byrjar klokkan 15.30.
Lurtið við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.










