Ongin tilvild í Talent 2008

Sum tey flestu, ið hugdu at Talent 2008 fríggjakvøldið løgdu merki til, so var ongin tilvild á skránni. Framførslurnar vóru allar royndar fleiri ferðir, men áðrenn endaligu framførsluna var fór ein heilur dagur fram handan leiktjaldið.

- Gjøgnum dagin vóru vit mest backstage. Tað var mega gott, og vit ordiliga hugnaðu okkum, vit vóru øll í somu skom, so øll vistu líkasum hvat hini hugsaðu. Har var bara onki kalt vatn. Men vit royndi líkasum at fáa okkurt annað, enn júst framførsluna at hugsa um, sigur punkarin, ið hevur vunnið hjartað á mangum føroyingi.

Dómararnir sóu tó framførslurnar fyrstu ferð, tá sendingin var.

- Tað hevði verið ringt at spælt yvirraskaður fleiri ferðir, men tað gjørdi tað nógv lættari at koma á pallin, at vit sluppu at royna fleiri ferðir. Vit fingu eisini peptalk áðrenn vit fóru á pallin, og tað gjørdi góðan mun, fortelur Ragnar Finnson.