Eyðgunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar Býráð, sigur, at útibarnagarðurin, sum talan hevur verið um at gera í Kunoy, helst verður av ongum.
? Nú er so langt fráliðið, at eg vænti ikki, at útibarnagarðurin verður til nakað, sigur Eyðgunn Samuelsen.
? Tað tykist ikki, sum hetta er eitt ynski frá Kunoyar Kommunu, og málið er ikki komið víðari.
Sum skilst frá Eyðgunn Samuelsen, liggur málið parkerað hjá Kunoyar Kommunu. Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt fyrireikingarnar og seinastu tíðina hevur verið bíðað eftir svarið.
? Men nú er so langt útliðið, at eg vænti ikki nakað svar. Orsøkirnar kenni eg heldur ikki.
Tað var longu tíðliga í vár, at tosað var um hetta við Kunoyar Kommunu, og um alt hevði gingið eftir ætlan, so hevði barnagarðurin helst latið upp um stutta tíð.
Men hvat Klaksvíkar Kommunu viðvíkur, so er málið um útibarnagarðin í Kunoy mestsum lagt á hillina.
Tíverri hevur Heini O. Heinesen, borgarstjóri í Kunoy, ikki verið at hitta til eina viðmerking.










