Tað sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingni, eftir at tað í gjár eydnaðist at venda hóttandi 2-1 tapi til 3-2 sigur á NSÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Klæmint Andrasson Olsen, liðskipari hjá NSÍ, var hinvegin harmur um, at tað ikki eydnaðist at halda fast um 2-1 leiðsluna í seinna hálvleiki.
Støðan í hálvleikinum var 1-1. Hans Jørgen Djurhuus legði Víking á odda 1-0, áðrenn Klæmint A. Olsen javnaði fyri NSÍ.
Í seinna hálvleiki legði Pól Jóhannus Justinussen NSÍ á odda. Smáar tjúgu minuttir fyri tíð kom vend í. Fyrst javnaði Hanus Jacobsen og løtu seinni legði Kaj Leo Í Bartalsstovu Víking á odda 3-2.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Atla Gregersen og Klæmint Andrasson Olsen.