- Tað er ótrúliga løgið, at fólk bara taka tað fyri givið, at ein komandi studentaskúli kann liggja í Hoydølum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum vísir á, at evsti myndugleiki í býnum er kommunan, og at ongin er yvir býarplaninum hjá kommununi.
- Stórir partar av Hoydølum er friðað øki, og byggivirksemi í Hoydølum hevði kravt umfatandi undantøk, bæði í mun til býarplanin og byggisamtyktina. Undantøk, sum býráðið undir ongum umstøðum hevði góðkent, sigur borgarstjórin við Sosialin.
Óðamannaverk
Sambært Heðin Mortensen hevði tað verið óðamannaverk, at út- og umbygt Studentaskúlan í Hoydølum.
- Skúlin varð í síni tíð bygdur til einar 200 næmingar. Nú ganga har fleiri enn 600. So har er eitt øgiligt virksemi hvønn einasta yrkadag, sigur Heðin Mortensen. Hann ímyndar sær, at skuldi skúlin hildið fram í Hoydølum, hevði tørvur verið á einari umfatandi um- og útbygging.
- Og ongin hevur spurt, um tey í heila tikið høvdu fingið loyvi til eina slíka útbygging. Tí tað høvdu tey ikki fingið, sigur Heðin Mortensen.
Útbúgvingar í Marknagil
Borgarstjórin vísir á, at í býarplaninum fyri Havnina er ásett, at Marknagil er útbúgvingarsentur burturav.
- Har eru so ótrúliga nógvir fyrimunir við at hava útbúgvingarnar savnaðar á einum stað, nevniliga í Marknagili. Har koma næmingar úr øllum landinum, sum kunnu brúka Ringvegin á veg í og úr skúla. Hetta er eisini orsøkin til, at vit hava latið Fróðskaparsetrinum eitt stórt øki har úti, umframt økið til miðnámsskúlar, sigur Heðin Mortensen. Og hann leggur afturat, at Hoydalar er ein perla í býnum, sum ikki tolir stóra trýstið frá ferðsluni og nógva byggivirksemið, sum um- og útbyggingar høvdu havt við sær.
- Tað hevði verið tað reina kaos at bygt uppi í Hoydølum. Og hvar skuldu næmingarnir verið, meðan byggivirksemi fór fram, spyr borgarstjórin. Hann roknar við, at ein nýggjur miðnámsskúladepil kann vera klárur um tvey ár ella so. Og at Studentaskúlin antin kann vera ein intigreraður partur av hinum skúlunum, ella ein stakur grannabygningur.
- Soleiðis kunnu vit arbeiða við tveimum verkætlanum, sum verða lidnar í senn, sigur hann.
Semja í flokkinum
Men borgarstjórin er sjálvur umboð fyri Javnaðarflokkin, sum verður lagdur undir at liggja í buktini, so ongin loysn er komin á málinum um framtíðar Studentaskúla. Hví hevur Heðin Mortensen ikki gjørt meira vart við seg undir orðaskiftinum?
- Eg havi gjørt vart við tað á hvørjum fundi í flokkinum: At tað er upp til kommununa at gera av, hvar ein framtíðar studentaskúli skal liggja, sigur borgarstjórin. Hann sigur seg eisini undrast, tá meldað verður út, at tað nú er vorðin ein sannroynd, at tað er Javnaðarflokkurin, sum tvíheldur um, at skúlin skal liggja í Hoydølum.
- Eg veit onki um, at Javnaðarflokkurin hevur tikið støðu til, at Studentaskúlin skal liggja í Hoydølum. Tað eg veit, er semja í flokkinum um, at skúlin skal út í Marknagil. Hví fólk áleggja Kristiani Magnussen slíkt vald, veit eg ikki at siga, sigur hann.
Friðarliga perlan
Borgarstjórin sigur seg eisini fleiri ferðir hava gjørt var við tað á fundum við myndugleikar, Landsverk og leiðsluna í skúlanum.
- Men tað er eins og at ongin trýr uppá, at tað er kommunan, sum eigur síðsta orðið í hesum sambandi, tí ongin er yvir býarplaninum, sigur hann og greiðir frá:
- Millum annað, tá ið Landsverk helt seg kunnu trumla ein veg tvørtur gjøgnum Hoydalar, tí tað almenna eigur tað. Men har søgdu vit stopp. Tí tað var als ikki í trá við býarplanin. So nú skal Landsverk taka alt burtur aftur, og fer tað at kosta skattaborgaranum fleiri milliónir, sigur borgarstjórin.
Spurdur, um restin av býráðssamgonguni er samd við honum í, at Studentaskúlin skal liggja í Marknagili, váttar borgarstjórin, at so er, og at hann kann ikki ímynda sær, at kommunan hevði givið loyvi til eina so stóra verkætlan í Hoydølum.
- Hoydalar er ein perla, og skal brúkast til okkurt nógv friðarligari virksemi, sum veruliga hóskar til økið, sigur borgarstjórin við Sosialin.