Ongin spælitíð til Gunnar

Gunnar Nielsen sat á bonkinum allan dystin, tá nýggja felagið hjá honum, skotska Motherwell, tapti 2-0 fyri FC Kuban úr Russlandi í Europa League.

 

Tað hevur ikki eydnast føroyska landsliðsmálverjanum at vinna plássið millum stengurnar hjá silvurvinnarunum úr skotsku Premier League. Til Europa League dystin í kvøld var Lee Hollis í málinum.

 

FC Kuban, sum millum annað hevur fyrrverandi Liverpool framherjan, Djibril Cisse í hópinum, vann dystin 2-0. Ivelin Popov skoraði bæði málini.

 

Sostatt skal Motherwell vinna við fleiri málum um teir skulu vinna seg víðari til bólkaspælið í Europa League.