Ongin slingur í valsinum hjá Liverpool

Premier League: Liverpool vann eisini útsetta dystin móti West Ham, og er 19 stig fremst

Ein útsettur dystur hevur verið í Premier League í kvøld. Liverpool vann 2-0 á útivølli móti West Ham. Mohamed Salah og Alex Oxlade-Chamberlain skoraðu málini.

Liverpool var uttan Sadio Mané, sum væntandi situr uttanfyri eitt umfar í Premier League afturat. Í hansara stað kom Divock Origi. Áleyparin úr Belgia vann eitt brotsspark, tá hann tíggju minuttir fyri tíð bleiv feldur í trunkaspælið frammanfyri málinum hjá West Ham. Mohamed Salah umsetti til 1-0.

##med2## 

Í seinna hálvleiki helt Liverpool fram at zlatanera West Ham. Tað endaði við at Alex Oxlade-Chamberlain økti til 2-0, tá sjey minuttir vóri spældir av seinna hálvleiki. Talan var um eitt av eyðkendu skjótálopunum hjá Liverpool, har Mohamed Salah spældi enska landsliðsspælaran leysan.

Liverpool kundi havt økt, men West Ham hevði eisini møguleikar at minka um munin. Eitt nú var Trent Alexander-Arnold avbera nær við at gera sjálvmál, men rakti stongina. Við sigrinum er Liverpool heili 19 stig fremst í Premier League.

1Liverpool24231056:1567
2Man City24163565:2751
3Leicester24153652:2448
4Chelsea24124841:3240
5Man Utd2497836:2934
6Tottenham2497838:3234
7Wolves24810635:3234
8Sheffield Utd2489725:2333
9Southampton24941131:4231
10Arsenal24612632:3430
11Crystal Palace2479822:2830
12Everton24861028:3530
13Burnley24931228:3830
14Newcastle24861024:3630
15Brighton24671127:3425
16Aston Villa24741331:4525
17West Ham24651327:4023
18Bournemouth24651323:3723
19Watford24581121:3623
20Norwich24451524:4717