Ongin, sum fær viðge í føroyska heilsuverkinum, skal hava eina rokning frá læknanum.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann sipar til serlæknan í gikt, Pero Sore, sum aftur er til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum.
Men verður bíðilistin ov langur, bjóðar hann sær eisini til at viðgera sjúklingar uttanfyri vanliga arbeiðstíð, ella privat, sum tað ofta verður kallað.
Men sjúklingar, sum koma í privata viðger, mugu rinda fyri viðgerðina, og so kunnu teir fara til Heilsutrygd at fáa útreiðslurnar endurrindaðar.
Men tað hevur Heilsutrygd ikki loyvi til. Og samstundis sigur Karsten Hansen sigur, at Pero Sore skal ikki geva nøkrum sjúklingi rokning.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Karsten Hansen ikki vil vita av framferðarháttinum hjá Pero Sore
Les eisini: Pero aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum
Les eisini: Sjúklingar mugu sjálvir gjalda fyri viðgerð
Les eisini um hví Carita Bjørklund, forkvinna í Giktafelagnum, stúrir: Vit vilja ikki hava A og B sjúklingar