Ongin semja um fiskivinnuna í dag

Nøkur fólk sita enn eftir á Tvøroyri og samráðast, men helst skulu samráðinganar halda fram í Havn í morgin

Sjálvt um løgmaður segði, at ein semja skuldi fáast í lag áðrenn Smyril fór av Krambatanga kl. 18.30  í kvøld, so eydnaðist hetta ikki.

 

Fleiri av tingfólkunum og embætisfólkini fóru við  Smyrli, men floksformennirnir og teirra hondgingnu fólk vóru eftir í Suðuroy og halda fram at samráðast í kvøld og møguliga út á náttina. Fleiri av málunum, sum vit vita ósemja er um, eru eftir at fáa endaliga uppá pláss, og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum sigur at eitt sindur av tíð skal til afturat.

 

Tíðin við hesum aðalmáli hjá samgonguni gongur skjótt undan. Onki uppskot er enn klárt at leggja fyri tingið og eftir ætlan fer tingið heim 11. mei.

 

Løgmaður hevur sagt, at tað  ber til at hava 1.viðgerðog so lata tingið fara í summarfr´. So kann tað kallast innaftur unddan ólavsøku til 2. og 3.viðgerð. Verður hetta gjørt, so má tað avtalast við formansskapin í Løgtinginum.

 

Faktisk er tað so, at finst ikki ein semja um fiskivinnuna nú, so eru dagarnir hjá samgonguni mi,lum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn skjótt taldir.

 

So júst nú verður alt gjørt fyri at finna eina semju og endaliga orðingar í lógaruppskotunum, sum skulu til.