Ongin sáttmáli til Odogu

Joseph Odogu, sum hevur royndarvant í EB/Streymi seinastu vikurnar, er farin av landinum aftur. EB/Streymur vildi ikki binda seg til eina avtalu við spælaran, tí hann var ikki nakar styrkur fyri hópin. 21 ára gamli nigeriski spælarin spældi tríggjar dystir við EB/Streymi, og hann gjørodi tvey mál, men hóast hetta var hann vigaður og funnin ov lættur, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.