Hóast fiskimenn og útróðrarmenn hava so lítla inntøku, at teir hava rætt til minstuløn, dagstudning, ella mánaðarligan minstaforvinning, skulu teir ikki vænta at fáa eitt oyra - fyribils í øllum førum.
Øll útgjøld til inntøkutrygd eru nevniliga steðgað.
Orsøkin til tað er, at játtanin, sum er samtykt á fíggjarlógini í ár til inntøkutrygd, er uppi.
Og tá ið ongin peningur er til taks, hevur Jacob Vestergaard, landssýrismaður í fiskivinnumálum, rætt og slætt gjørt av at stegða øllum útgjøldum.
Hetta fortaldi hann fyri Løgtinginum í gjár.
Tað var Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum spurdi Jacob Vestergaard um tað ber til at steðga einum útgjaldi, sum ein borgari hevur lógarfest krav upp.
Landsstýrismaðurin váttaði, at játtanin á fíggjarlógini til inntøkutrygdina, er uppi.
Sostatt eru higartil í ár brúktar 24 milliónir til inntøkutrygd til fiskimenn og útróðrarmenn.
Hann segði eisini, at tað eru 14 dagar síðani, at játtanin var uppi og síðani tá er onki útgoldið.
Vónar tað besta
Annars var ætlanin, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skuldi leggja leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi vikuni um at fáa eykajáttan til ymisk endamál.
Og Jacob Vestergaard staðfesti, at í hesum sambandi at hann hevur biðið um meiri pening til inntøkutrygdina.
Men onki uppskot varð lagt fyri tingið og sambært Kringvarpinum fyrr í vikuni, var orsøkin tann, at samgongan var ósamd um - onki minni enn inntøkutrygdina.
- Vit vóna at Løgtingið játtar peningin so at inntøkutrygdin kann halda fram, segði Jacob Vestergaard.
Hann helt, at tað var ein løgin støða at koma í at skula taka avgerð um ein lógarkravd útreiðsla skal halda fram, hóast játtanin er uppi.
Men hann vísti á, at hann var komin í klemmu í millum tvær lógir. Øðrumegin var tað lógin, sum gav fiski- og útróðrarmonnum rætt til inntøkutrygd og hinumegin var tað fíggjarlógin, sum Løgtingið hevur samtykt.
- Fyribils hava vit so gjørt av at bíða við at galda meiri út í inntøkutrygd til vit vónandi fáa játtan frá løgtinginum, segði hann.
Órímiligt
Løgtingsmenn hildu, at tað var órímiligt, at ein landsstýrismaður kundi koma í eina støðu, at heldur hann eina lóg, má hann bróta eina aðra. Tað vóru eisini løgtingsmenn sum spurdu um orsøkin til at hann hevði steðgað øllum útgjøldum var, at hann stúrdi fyri at verða uppsagdur fyri at hava brúkt meiri enn hann hevði fingið játtað.
Tinglimir vóru eisini ørkymlaður av, at Jacob Vestergaard ikki var meiri kontantur enn at kundi ”vóna” at peningurin fer at verða játtaðir.
Tað varð eisini fýlst á, at samgongan skapti slíkan ótryggleika á økinum.
Víst varð eisini á, at tað eru fiskimenn, sum sita við púra ongum í hesum døgum, tí teir fáa ikki minstuløn, hóast teir hava rætt til tað.
Jacob Vestergaard stóð eisini fyri skotum frá samgongufeløgunum, sum førdi fram, at tað var longu tíðliga í ár, at tað gjørdust greitt, at peningur fór at mangla í og tí átti hann at havt biðið um eykajáttan fyrr.
Tá ið landsstýrismaðurin tók saman um, segði hann, at ongin ivi er um, at inntøkutrygdin verður utgoldin, hann fekk bara sagt akkurát nær.









