Maðurin, sum er kendur sekur í drápsroynd í Norðdepli, skal í fongsul í minst 10 ár.
Tað heldur ákærin.
Ákærin ásannar, at hetta er ein hørð revsing. Men tað er eingin orsøk til at taka synd í honum, tí hóast hann er ungur, var hann fullgreiður yvir, hvat hann gjørdi, heldur ákærin.
Maðurin er kendur sekur í at hava roynt at drepa eina unga kvinnu og fyri at hava framt álvarsligan og vandamiklan harðskap ímóti trimum øðrum fólkum.
Ákærin leggur stóran dent á, at talan er um nógvar skerpandi umstøður.
Ikki minst er tað skerpandi umstøður, at maðurin hevur trokað seg inn í privat heim at leggja á fólk ímeðan tey liggja og sova og sostatt eru verjuleys.
Ákærin leggur eisini dent á, at drápsroyndin var bæði tilætlað og fyrireikað.
Tað eru eisini skerpandi umstøður, at maðurin hevur jagstrað kvinnuna ein langan tein ígjøgnum Norðdepil og á vegnum særir hann trý onnur fólk rættiliga illa.
Sostatt er talan ikki um brádliga íkomnan ørskap, men um harðskap, sum vardi í umleið ein hálvan tíma.
Ákærin vísir á, at ein vanlig revsing fyri drápsroynd er seks ár í fongsli, sum hendingin í Norðdepli er so mikið álvarslig, at nokk so fitt eigur at leggjast afturat.
Ákærin segði, at hon hevur aldrin sæð nakað eitt mál, sum líkist hesum og tískil kann talan ikki vera um eina fongsulsrevsing, sum er undir 10 ár, sigur ákærin.
Hon heldur, at fyri rættartrygdina, og fyri at taka atlit at offrunum, ber tað ikki til, at tey skulu kunna vænta at hitta mannin aftur hesi fyrstu, nógvu árini. Og tað er eisini týdning, at maðurin ikki verðru at síggja aftur í samfelagnum, fyrrenn hann er eldri og vónandi meiri búgvin, enn hann er nú.
Verjin er alt annað enn samdur, men hetta ber tað til at lesa her á in.fo um eina lítla løtu.
Dómurin fellur seinnapartin og vit fylgja málinum