Tað verður ikki Odmar Færø, sum skal tetta holið í verjuni hjá B36, nú Martin Pedersen takkar fyri seg í felagnum.
Føroyski landsliðsmiðverjin kom í fjør heim at hjálpa B36 í seinnu hálvu. Tað hava verið onkrar gitingar um, at sterki miðverjin møguliga skuldi koma heim at hjálpa B36, nú Martin Pedersen gevst í felagnum.
- Eg havi eisini hoyrt hatta, men tað passar ikki. Eg ivist um eg yvirhøvur komið til Føroyar í summar, tí útbúgvingin er so krevjandi, sigur Odmar Færø í stuttari viðmerking við portalin.
Føroyski miðverjin spælir við skotska 3.deildarfelagnum Forfar. Odmar Færø hevur verið plágaður av skaðum síðani hann slóð ígjøgnum á landsliðnum í útidystinum móti Týsklandi. Hóast sannførandi avrik á landsliðnum, so valdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, ikki at taka miðverjan út til dystirnar móti Írlandi og Svøríki, tí hann vildi hava Odmar Færø at koma seg ordiliga eftir skaðan.
- Eg eri uttan skaða nú og kann byrja at venja saman við hinum til uppstartin, sigur Odmar Færø og vónar at verða klárur aftur næstu ferð landsliðið spælir.
23 ára gamli Odmar Færø hevur spælt seks landsdystir fyri Føroyar.










