Ongin náði fyri at glíða av koblingini

Tað nyttaði einki hjá einum manni at fortelja dómaranum í Føroya Rætti, at hann kláraði ikki at halda sína treytaleysu víkiskyldu, tí fóturin gleið av koplingini. Maðurin varð ákærdur fyri at hava brotið treyaleysa víkiskyldu á einum vegamóti við teirri avleiðing, at hann rendi á ein annan bil.

Ákærin kravdi, at maðurin skuldi fáa bót og at hann skuldi missa koyrikortið treytað.

Tað merkir, at hann sleppur at varðveita koyrikortið um so er, at hann onki annað revsivert ger í eitt ávíst tíðarskeið.

Ákærdi váttaði, at hann hevði ikki hildið víkiskylduna, men hann noktaði seg kortini sekan í at hava gjørt nakað revsivert.

Hann greiddi dómaranum frá, at fóturin varð gliðin av koplingini og at hann tí ikki fekk steðgað bilium.

Tað var vátt tann dagin og tað var helst orsøkin til, at fóturin var gliðin av koplingini.

Men dómarin helt ikki, at hetta var ein umbering, sum kundi bjarga manninum og tískil varð hann dømdur at rinda 1500 krónur í bót.

Hann missur eisini koyrikortið treytað í trý ár.

Tað merkir, at ger hann seg aftur sekan í einum broti á ferðslulógina hesi næstu trý árini, sum er so groft, at hann hevði mist kortið, skal tað takast frá honum.

Og so skal hann harafturat upp til nýggja koyriroynd.