Í kvøld verður fyrra hálva av 4. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Fyri fleiri av feløgunum hava knívin á barkanum, um tey ætla sær víðari til endaspælið.
Bólkur E:
Alt er víðopið í hesum bólkinum. Salzburg er oddalið við fimm stigum og er á vitjan í Kroatia hjá Dinamo Zagreb. Vinnur Salzburg koma teir í eina lyklastøðu undan torføru dystunum móti AC Milan og Chelsea, sum hava eitt stig færri og møtast í kvøld.
AC Milan – Chelsea (20.00)
Dinamo Zagreb – Redbull Salzburg (20.00)
1: Salzburg 5
2: Chelsea 4
3: AC Milan 4
4: Dinamo Zagreb 3
Bólkur F:
Real Madrid hevur fult stigatal og kann spara spælarar til El Clasico móti FC Barcelona um vikuskiftið. Real Madrid er á vitjan hjá Shakhtar Donetsk enn hevur munin á RB Leipzig og Celtic. Hetta er seinasta útkall hjá skotsku meistarunum, um teir skulu hava nakran møguleika at koma, ella vinna seg í Europa League.
Celtic – RB Leipzig (20.00)
Shakhtar Donetsk – Real Madrid (20.00)
1: Real Madrid 9
2: Shakhtar Donetsk 4
3: RB Leipzig 3
4: Celtic 1
Bólkur G:
Manchester City hevur annað beinið í endaspælinum undan dystinum í Parkini móti FCK. Her er stóra uppgerðin millum Borussia Dortmund og kreppurakta Sevilla, ið skal vinna fyri at gera sær vónir um at koma víðari.
FCK – Manchester City (17.45)
Borussia Dortmund – Sevilla (20.00)
1: Manchester City 9
2: Borussia Dortmund 6
3: FCK 1
4: Sevilla 1
Bólkur H:
Tað verður ongin Lionel Messi á vøllinum, tá PSG fær vitjan av Benfica. Bóltsnillingurin úr Argentina er skaddur og hevur ikki verið á vøllinum í eina viku. Juventus er kroyst í botn í bæði Champions League og Seria A. Teir skulu vinna í dag, um víðari luttøka skal vera í teirra hondum.
Maccabi Haifa – Juventus (17.45)
PSG – Benfica (20.00)
1: PSG 7
2: Benfica 7
3: Juventus 3
4: Maccabi Haifa 3