Ongin meginregla

Bjarki Skúvadal, sum hevur Mykinesleiðina undir hond, sigur, at í útbjóðingartilfarinum stendur onki um, at túrar sum verða avlýstir, skulu siglast tá veður er til tess

Sjálvt um onki stendur í útbjóðingartilfarinum um, at túrar, sum verða avlýstir, skulu siglast seinni tá veðrið er til vildar, so hevur Sp/f Skúvadal longu siglt tveir eyka túrar.
? Menninir, sum sigla fyri okkum skulu hava løn, sjálvt um túrarnir verða avlýstir, tí teir skulu jú verða til taks um tørvur er á teimum. Men túrarnir, sum verða avlýstir vegna veður, verða ikki sigldir inn aftur, tá veðrið er til vildar. Onki stendur í útbjóðingartilfarinum um, at hetta skal gerast, og tað er óheppið, metir Bjarki Skúvadal, sum hevur Mykinesleiðina undir hond.
? Vit hava gjørt tveir eyka túrar, tí biðið hevur verið um tað, men hetta er ongin meginregla.
Hjá Sp/f Skúvadal verður sjálvsagt harmast um hesa óhepnu støðu, men felagið hevur ikki skyldu til at taka avlýstar túrar upp aftur.